- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanlandsnevndin gevur sær góðar stundir at viðgera yvirtøkumál

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum gevur sær góðar stundir til at viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi um at yvirtaka millum annað landslæknan.
Uppskotið kom í tingið 4.november.
Fyrsta viðgerð var 9.november, og síðani hevur uppskotið verið í Uttanlandsnevndini.
2.februar bað nevndin formansskapin um longda freist til 18.februar at skriva álit. Nevndin fekk freistina, men álitið er ikki komið enn.
Nevndin er ikki liðug við málið, sigur hon, tí hon var ikki fullmannað í eina tíð.
Og eisini her fær korona skyldina.
Fall í farnu tingsetu
Uppskotið hjá Tjóðveldi var eisini í farnu tingsetu. Tá fall uppskotið.
Tjóðveldi ætlar at yvirtaka landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutning, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað.
Yvirtøkan, sum skal fremjast ólavsøkudag, fer at kosta slakar fimm milliónir krónur, sigur Tjóðveldi.
Málið um yvirtøkuna er aftur á skránni hjá Uttanlandsnevndini í morgin.