Kendur Hollywood-sjónleikari í Føroyum og heldur skeið

Kendur Hollywood-sjónleikari í Føroyum og heldur skeið
Filmshúsið og Leikarafelagið hava í hesum døgum forkunnuga vitjan úr Hollywood, tí filmssjónleikarin Kirk Baltz er í Føroyum og heldur skeið í døgunum 14. - 17. mars
 
13.03.2025 - 11:55

Í hesum døgum hevur Filmshúsið og Leikararfelagið vitjan av sjónleikaranum og sjónleikaravenjaranum Kirk Baltz.

Kirk Baltz hevur spælt við í filmum sum "Dances With Wolves" hjá Kevin Costner frá 1990, "Reservoir Dogs" hjá Quentin Tarantino frá 1992, "Natural Born Killers" hjá Oliver Stone frá 1994 og øðrum. 

Kirk Baltz sæst niðanfyri í leiklutinum sum Marvin Nash í kanska sterkastu senuni yvirhøvur í "Reservoir Dogs". 

Verið ávarað um ógvusligar myndir. 

 

"Stop acting"

Vitjanin hjá Kirk Baltz er komin í lag í samstarvi við Kjartan Hansen, sjónleikara. Kjartan Hansen hevur sum seinastu trý árini fingið venjing frá Kirk Baltz, fyri at menna sínar leiklutir bæði á filmi og í sjónleiki. 

"Sum frálærari arbeiðir Kirk Baltz við leikarum, høvundum og leikstjórum um allan heim. Hann strembar eftir at styrkja leikara-teknikkir og at læra leikarar at gerast meira sannir í sínum leiklutum, fyri at stimbra nærveruna á palli og framman fyri kykmyndatólinum,” sigur Kjartan Hansen

“Tað er einki so gott sum at enduruppliva spæligleðina við sjónleiki, og at finna ein hátt at geva heilanum frið til bert at vera á pallinum. 'Stop acting,' sum Kirk plagar at taka til,” leggur  Kjartan Hansen afturat. 

Fyrrapartin var ein listafólka-samrøða við Kirk Baltz í Filmshúsinum, men í morgin og um vikuskiftið heldur Kirk Baltz skeið fyri sjónleikarum.

Til ber at lesa meira um skeiðið á heimasíðuni hjá Filmshúsinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856