- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan til hjálparpakkar og koronukanningar

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið um eykajáttanarlóg, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram fyri einari viku síðani.
Uppskotið hevur 8,8 milliónir kr. í halli.
Sjey milliónir krónur skulu brúkast til at endurnýggja asfalt- og skervverkið hjá Landsverki.
Upphæddin verður fíggjað við størri inntøkum frá virkseminum hjá Landsverki í ár, sigur Fíggjarmálaráðið.
Hjálparpakkar og koronukanningar
Skotið verður upp at játta 2,1 millión kr. til hjálparpakkar til vinnufyritøkur og 600.000 kr. til listafólk í sambandi við koronu.
Kostnaðurin at umsita hjálparpakkarnar er 100.000 kr.
Játtanin til koronukanningar í ár er longu brúkt.
Biðið verður tí um seks milliónir kr. í eykajáttan, so vanliga virksemið á Landssjúkrahúsinum ikki verður rakt, tað sum er eftir av árinum, og til koronudeildina, so hon fær virkað fyrra hálvár.