
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kríggið í Ukraina: Kanna nú avleiðingarnar í Føroyum

Landsstýrið fer nú at kanna, hvørjar avleiðingar kríggið í Ukraina kann fáa fyri føroyska samfelagið.
Embætisfólk eru sett at greina støðuna.
Eitt nú verður hugt nærri at økjum sum flóttafólk, netverjutrygd, veitingartrygd og tilbúgving. Eisini verður kannað, hvørjar búskaparligu avleiðingarnar verða fyri landskassan, vinnuna og borgaran.
Greiningin er partur av Kreppuráðnum, sum hevði fund í gjár um støðuna. Kreppuráðið gjørdi eisini líknandi metingar undir koronukreppuni.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í tíðindaskrivi, at tað er okkara skylda at fyrireika okkum so væl sum gjørligt, tí tað er altíð betri at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin.
- Tí havi eg heitt á Kreppuráðið um at meta um avleiðingarnar fyri Føroyar, sigur hann.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)