Fámjinstunnilin aftur í tinginum í dag

Fámjinstunnilin aftur í tinginum í dag
Skotið verður upp at hækka játtanina til tunnilin úr 169 milliónum upp í 207 milliónir kr.
Landsverk sigur, at farast kann undir arbeiðið, so skjótt lógaruppskotið er samtykt.
 
11.03.2022 - 08:47

Uppskotið um at hækka játtanina til Fámjinstunnilin, er fyri á løgtingið í dag. 

Skotið er upp at hækka játtanina úr verandi játtan á 169 milliónum krónum til 207 milliónir krónur. Tað vísir ein dagført kostnaðarmeting uppá tunnilin, sum er mettur at vera 1,2km langur. Harumframt skal vegurin gerast báðu megin tunnilin. 

Sambært Landsverk, so er klárt at fara í gongd, so skjótt lógaruppskotið er samtykt. Tunnilin verður væntandi liðugur í 2024. 

Tingfundurin byrjar klokkan 10 í dag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Hósdag 13. mars
Andarblak: Leirkerasmiðurin
189154
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035