- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt sambýli á Argjum til fólk við menningartarni
Nýtt sambýli á Argjum til fólk við menningartarni
Heimið kann í mesta lagi kosta 54 mió. kr., og løgtingið viðger málið í dag

Eirargarður var bygdur í 1980, og men síðani er lítið og einki bygt til fólk við menningartarni. Nú er ætlanin at byggja nýtt sambýli á Argjum.
09.03.2022 - 10:16
Eitt sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki skal byggjast í Reynstúni á Argjum.
Løgtingið skal viðgera uppskotið um tað í dag.
Sambært uppskotinum hjá Almannamálaráðnum kann heimið í mesta lagi kosta 54 mió. kr.
Lógaruppskotið er ein liður í at loysa stóra bústaðatrupulleikan hjá fólki, sum bera brek, og hava brúk fyri vardum bústaði í Suðurstreymoy.
Datt burtur í 2018
Sama uppskot var lagt fram í tingsetuni 2018, men datt burtur, tá tingsetan 2018 endaði.
Tá var kostnaðarmetingin 44 mió. kr.
Í heiminum verða 18 bústaðir, felagshøli og starvsfólkahøli.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV