Matveitingarvinnan skal eisini hava hjálparpakka

Matveitingarvinnan skal eisini hava hjálparpakka
Meirilutin í Vinnunevndini vil hava landsstýrið at lofta teimum, sum eru dottin niðurímillum í undanfarnum hjálparpakkum
Matveitingarvinnan eigur eisini at fáa hjálparpakka, heldur ein meiriluti í vinnunevndini.
 
08.03.2022 - 09:20

Nú er komin ein vinna aftrat, sum eigur at fáa koronustuðul.

Tað er cateringvinnan, matveitingar.

Meirilutin í Vinnunevndnini hjá løgtinginum, Bjarni Hammer, Henrik Old, Bjørt Samuelsen, Bjarni K. Petersen og Johan Dahl, heita á landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um at koma við hjálparpakka til cateringvinnuna.

 

Uppsavningarpakki

Tey vilja eisini hava landsstýrið at koma við einum uppsavningarpakka, sum loftar teimum, sum eru dottin niðurímillum í  undanfarnum hjálparpakkum.

Og so halda tey, at tíðarskeiðið í hjálparpakkanum til listafólk eigur at verða longt og fleiri pengar skulu játtast. 

Annars tekur øll Vinnunevndin undir við uppskotinum um at geva skeinkistøðunum, sum lótu aftur kl.23.00, koronustuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Hósdag 13. mars
Andarblak: Leirkerasmiðurin
189154
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035