- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innrætta kjallaran í H-bygninginum fyri 46 mió. kr.
Innrætta kjallaran í H-bygninginum fyri 46 mió. kr.
Kjallarin skal brúkast til parkering, goymslu og reingerð

Uppskot er komið í tingið um at innrætta kjallaran í H-bygninginum.
08.03.2022 - 10:23
Tað má ikki kosta meira enn 46,2 mió.kr. at innrætta kjallaran í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.
Uppskot er komið úr Heilsumálaráðnum um at innrætta kjallaran til parkering, goymslu og reingerð, góðir 2000 fermetrar.
1400 fermetrar verða brúktir til bilar. Burtur úr teimum fáast 41 bilpáss.
Verandi goymsla er í kjallarunum á Eirargarði 13 og 15.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV