Fráfaringaraldurin hjá tænastufólki hækkar upp í 72 ár

Fráfaringaraldurin hjá tænastufólki hækkar upp í 72 ár
Í dag eru okkurt um 240 tænastufólk í starvi hjá landinum
Samstundis sum fráfaringaraldurin hækkar, verður lógin um eftirløn hjá tænastufólkum broytt.
 
08.03.2022 - 11:08

Tey, sum arbeiða hjá tí almenna, eiga at sleppa at arbeiða, til tey eru 72 ár.

Ein lógarbroyting krevst fyri at hækka fráfaringaraldurin hjá tænastufólki, og uppskot um hana er komið í løgtingið.

Í dag eru okkurt um 240 tænastufólk í starvi hjá landinum.

Samstundis skal lógin um eftirløn hjá tænastufólkum eisini broytast. 

62 ár

Nú kunnu tænastafólk fara frá við eftirløn, tá tey eru 60 ár. Tað skal broytast til 62 ár, tí fráfaringaraldurin skal upp i 72.

Hjá starvsfólkum verður rundskrivið um fráfaringaraldur broytt.

Í 2007 varð fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum hjá landinum hækkaður úr 67 árum upp í 70 ár.

Í 2013 bar til hjá arbeiðsgevarum at leingja setanina, eftir at starvsfólk hava fylt 70 ár. 

Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum hækkar í næstum upp í 72 ár. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Hósdag 13. mars
Andarblak: Leirkerasmiðurin
189154
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035