Fólk skulu heiðrast fyri merkisvert arbeiði ella gerning

Fólk skulu heiðrast fyri merkisvert arbeiði ella gerning
Tingfólk bæði í samgongu og andstøðu hava lagt uppskot til samtyktar fyri tingið
Tey, sum hava lagt uppskotið fram, mæla til, at løgmansskrivstovan skal gera uppskot um, hvussu heiðurin skal skipast, og hvørjar reglur skulu vera galdandi, m.a. í sambandi við tilnevning.
 
07.03.2022 - 16:05

Føroyar skulu nú kunna formliga heiðra fólk fyri merkisvert arbeiði ella gerning, sum gangar landi og fólki, og tænir Føroyum.

Tað ætla seks tingfólk, sum hava lagt fram uppskot til samtyktar um tað.

Tað eru tingfólk bæði í samgongu og andstøðu, sum hava lagt uppskotið fram.

Tey siga í viðmerkingunum, at ynskið er, at løgmansskrivstovan setur eitt arbeiði í gongd um, hvussu ein slíkur heiður kann skipast, og hvørjar reglur skulu vera galdandi fyri tilnevning og vali av teimum, sum fáa heiðurin, og sum kann vera í fleiri stigum.

Fleiri stig í øðrum londum

Uppskotsstillararnir vísa á, at í Grønlandi er heiðurin skipaður í tveimum stigum. Íslendski Falkaheiðurin verður latin í fimm stigum, meðan norðanlondini Danmark, Noreg, Svøríki og Finland hava riddarakrossskipanina, ella líknandi.

Fyrsta stigið skal vera at seta fólk, sum hava røttu førleikarnar til at gera eitt uppskot um, hvussu heiðurin kann skipast, og síðani skal løgmaður leggja lógaruppskot fyri tingið, siga uppskotsstillararnir.

Tey, sum hava lagt uppskotið fram, eru Bjørt Samuelsen, Ruth Vang, Kristin Michelsen, Helgi Abrahamsen, Christian Andreasen og Bill Justinussen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Hósdag 13. mars
Andarblak: Leirkerasmiðurin
189154
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035