Danska heilsustýrið: Ung undir 18 ár eiga ikki at drekka brennivín

Danska heilsustýrið: Ung undir 18 ár eiga ikki at drekka brennivín
Ung undir 18 ár eiga ikki at drekka brennivín, staðfestir danska heilsustýrið í nýggjari vegleiðing
Ung undir 18 ár eiga als ikki at drekka brennivín, staðfestir danska heilsustýrið
Mynd: Shutterstock.com  
 
07.03.2022 - 10:30

Danska heilsustýrið, Sundhedsstyrelsen, skerpar nú tilmælini, tá tað snýr seg um ung og brennivín. 

Tilmælið frá stýrinum er nú, at ung undir 18 ár eiga als ikki at drekka brennivín. Og at menn og kvinnur eiga í mesta lagi at drekka tað, sum svarar til 10 snapsir, um vikuna. 

Hetta skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni. 

Stjórin í Sundhedsstyrelsen, Niels Sandø, sigur, at herdur tilmælini viðvíkjandi ungum og brennivíni koma í kjalavørrinum á nýggjari vitan um, hvussu brennivín kann skaða menningina av heilanum. 

"Tað er altíð vágið at drekka brennivín," staðfestir Niels Sandø. "Men tað ber til at avmarka vandan við í mesta lagi at drekka tað, ið svarar til 10 snapsir, um vikuna. Í mesta lagi fýra snapsir ein og sama dag."

Ein vanlig øl, sum er 33 sentilitrar og 4,6 prosent alkohol, er at rokna sum ein snapsur. Fýra sentilitrar av sterkum brennivíni, ið er 37,5 prosent, er eisini ein snapsur, og tað sama 7,5 sentilitrar av veikum brennivíni, ið er 20 prosent, og umleiða 12 sentilitrar av reyðvíni. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114