- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tillagað størv: Landskassin spardi 650.000 kr.
Broytingin, sum var gjørd í lógini um tillagað starv 1.januar í fjør, hevur spart landskassanum 650.000 kr.
Tað verður upplýst í svari frá Sólvit E. Nolsø, landsstýrismanni, til Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, sum spurdi um tillagaðu størvini.
Hon spurdi millum annað, hvussu nógv teirra, sum fingu tillagað starv í 2021, fáa minni í løn, tí lógin var broytt.
77 fingu tillagað starv í fjør
Sambært Almannaverkinum ávirkaði lógarbroytingin lønarískoytið hjá 50 fólkum. Nøkur teirra fingu tillagað starv síðst í 2021.
Um øll 50 fólkini fingu lønarískoyti í 12 mánaðir eftir skipanini, sum var galdandi til 2021, høvdu útreiðslur landskassans verið ein millión og 260.000 kr. hægri í staðin fyri 650.000 kr.
Í fjør fingu 77 fólk tillagað starv. Tey vóru 87 í 2020.