Endurskoða lógina um endurvenjing

Endurskoða lógina um endurvenjing
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu
Kannað verður nú, hvat slag av lóggávu er tað rætta fyri at veita viðgerðartrygd millum geirar í sambandi við endurvenjing, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.02.2022 - 08:48

Lógin frá 2015 um endurvenjing skal endurskoðast fyri at vita, um hon kann gerast betri.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Edvu Jacobsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um yvirskipaða endurvenjingarlóg, sum skal tryggja, at ein endurvenjingarætlan verður gjørd fyri hvønn einstakan, bæði viðvíkjandi likamligum, sálarligum og sosialum tørvi.  

Í 2015 kom broyting í sjúkrahúslógini, sum ásetti, at Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing. 

Kunngerðin um endurvenjing kom í 2017.

Kannað verður nú, hvat slag av lóggávu er tað rætta fyri at veita viðgerðartrygd millum geirar í sambandi við endurvenjing, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. mars
Morgunlestur fríggjadagur 14. mars 2025
188901
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035