- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka frítíðargrunnin av

Allar frítíðarlønarkontur verða nú lagdar saman í einu kontu hjá Gjaldstovuni.
Taks skal umsita frítíðarlønina, og landskassin ber kostnaðin av hesum.
Frítíðargrunnurin verður tikin av, og fæið í grunninum verður flutt Granskingarráðnum.
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta lógina um frítíð við løn.
132 kontur
Eftir galdandi skipan verður frítíðarlønin flutt á konto hjá løntakarafeløgunum. Talan er um 132 frítíðarlønarkontur, sum 68 fakfeløg eiga, og tilsamans verða gjørdar fleiri enn 500.000 flytingar um árið.
Taks umsitur skipanina, sum í fyrraárið kostaði hálva aðru millión kr.
Til tess at minka rakstrarútreiðslurnar bæði hjá landinum og fakfeløgunum verður skotið upp at savna alla frítíðarlønna á kontu hjá Gjaldstovuni.
Frítíðarlønin verður framvegis ogn hjá hvørjum løntakara, men verður í framtíðini umsitin saman við ognum landsins.
Við hesi skipan verður rakstrarkostnaðurin minni, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.
Granska arbeiðsmarknaðarviðurskifti
Nevndin í Frítíðargrunninum heldur, at tíðin er farin frá grunninum, og nevndin mælir til, at fæið verður flutt Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, um grunnurin verður tikin av.
Men partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru ikki á einum máli um, hvussu fæið eigur at verða brúkt.
Fleiri mæla til, at peningurin verður brúktur at kanna viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum.
Og umhvørvis- og vinnumálaráðið skjýtur upp, at fæið saman við møguligum rakstraravlopi fer til Granskingarráðið, men at peningurin verður markaður til gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.
Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin.