- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðmerkjari: Fólkaflokkurin skal taka støðu til fleiri spurningar

Fólkaflokkurin fer at velja nýtt landsstýrisfólk mánadagin.
Tað skrivaði Vágaportalurin eftir fundin hjá tingfólkunum og landsstýrismonnunum hjá Fólkaflokkinum í gjárkvøldið.
Jørgen Niclasen er farin frá sum landsstýrismaður.
Hann bað í gjár løgmann um at verða loystur úr starvinum. Tað gjørdi løgmaður, og hann hevur fyribils fíggjarmálini í landsstýrinum.
Jørgen Niclasen var tikin fyri at koyra ávirkaður fyri einari viku síðani.
Nógvir spurningar
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum og politiskur viðmerkjari, sigur, at nógvir spurningar skulu avgreiðast, nú Jørgen Niclasen er farin frá sum landsstýrismaður.
Stóri spurningurin er, hvør verður nýtt landsstýrisfólk og leikluturin hjá Jørgeni Niclasen, bæði sum tingmaður og formaður í Fólkaflokkinum.
Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Jóhann Lützen í útvarpstíðindunum: