Valfeløg hjá Fólkaflokkinum ikki viðgjørt støðuna enn

Valfeløg hjá Fólkaflokkinum ikki viðgjørt støðuna enn
Næstformaðurin í Sandoyar fólkafloksfelag sigur, at málið er tragiskt, og formaðurin í felagnum í Eysturoynni sigur, at hetta er ein keðilig støða
Jørgen Niclasen er farin frá sum landsstýrismaður, og tekur nú sæti aftur á tingi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.02.2022 - 11:17

Sandoyar fólkafloksfelag leikaði øgiliga í, seinast Fólkaflokkurin skuldi velja fólk í landsstýrið.

Brandur Sandoy, sum hevur verið tingmaður hjá flokkinum, segði seg úr flokkinum.

Poul Klementsen, næstformaður í Sandoyar fólkafloksfelag, sigur, at tey hava ikki tosað um tað, sum hendi í gjár. Og eingin fundur er ásettur.

Poul Klementsen sigur, at málið er tragiskt. 

 

Keðilig støða

Eyðun á Lakjuni, formaður í Eysturoyar fólkafloksfelag, hevur onga viðmerking aðra enn, at hetta er ein keðilig støða.

Hann vil ikki siga, um felagið fer at krevja at fáa fólk í landsstýrið. Kanska hevur onkur okkurt ynski, men nakað krav er neyvan talan um.

 

Fundur um vikuskiftið

Vága fólkafloksfelag hevur ikki viðgjørt spurningin enn, um felagið skal krevja at fáa fólk í landsstýrið, nú Fólkaflokkurin skal finna landsstýrisfólk fyri Jørgen Niclasen, sum býr í Vágum.

Eggaba Andreasen, formaður í felagnum, sigur, at tey fara at hava nevndarfund ella limafund um vikuskiftið.

Sjálvur heldur hann tað vera meira umráðandi fyri flokkin, at best skikkaða fólkið kemur í landsstýrið, sama hvar í landinum, tað býr.

Men hetta er hansara egna áskoðan, ikki tann hjá felagnum, leggur hann dent á.

Aftur í tinginum

Tá tingfundurin var settur fyrrapartin, boðaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frá, at løgmaður hevur loyst Jørgen Niclasen úr starvi sum landsstýrismann í fíggjarmálum. Samstundis tekur Jørgen Niclasen aftur sæti á tingi.

Hoyr løgtingsformannin her:

1509725


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Hósdag 13. mars
Andarblak: Leirkerasmiðurin
189154
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035