- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vága fólkafloksfelag hevur fund um vikuskiftið
Vága fólkafloksfelag hevur fund um vikuskiftið
Formaðurin í felagnum heldur tað vera umráðandi fyri flokkin, at best skikkaða fólkið kemur í landsstýrið, sama hvar í landinum, tað býr

Jørgen Niclasen er farin frá sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, eftir at hann er tikin fyri at koyra ávirkaður. Vága fólkafloksfelag hevur fund um málið um vikuskiftið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.02.2022 - 09:11
Vága fólkafloksfelag hevur ikki viðgjørt spurningin enn, um felagið skal krevja at fáa fólk í landsstýrið, nú Fólkaflokkurin skal finna landsstýrisfólk fyri Jørgen Niclasen, sum býr í Vágum.
Eggaba Andreasen, formaður í felagnum, sigur, at tey fara at hava nevndarfund ella limafund um vikuskiftið.
Sjálvur heldur hann, tað vera meira umráðandi fyri flokkin, at best skikkaða fólkið kemur í landsstýrið, sama hvar í landinum, tað býr.
Men hetta er hansara egna áskoðan, ikki tann hjá felagnum, leggur hann dent á.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV