- Tíðindi, mentan og ítróttur
TROM tøk her á kvf.fo á midnátt
Kringvarp Føroya byrjar at vísa TROM í sjónvarpinum í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 20.
Tá verður fyrsti partur av TROM vístur, og so verða partarnir vístir tey næstu fimm hóskvøldini.
Men longu nú á midnátt verða allir partarnir tøkir her á heimasíðu Kringvarpsins, kvf.fo. Og har fara partarnir at liggja næsta mánaðin, sum er avtalan millum Kringvarp Føroya og Viaplay.
So nú ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær.
Sjálvandi eisini í sjónvarpinum
Føroyar eru karmur um krimirøðina TROM, sum er fyrsta sjónvarpsrøð, ið er upptikin í Føroyum.
Krimirøðin byggir á bøkurnar hjá Jógvani Isaksen, og tað er Torfinnur Jákupsson, ið eigur hugskotið og hevur skrivað TROM.
Tí er tað ikki meir enn rætt og rímiligt, at føroyingar eisini sleppa at síggja TROM í sjónvarpinum.
"Kringvarpið er fyri allar føroyingar, og tí hevur tað stóran týdning, at vit sum public service-miðil eisini kunnu vísa øllum føroyingum hesa spennandi føroysku krimirøðina," staðfestir Ivan Niclasen, stjóri.
Øll, sum eru stødd í Føroyum, fara at kunna síggja TROM í sjónvarpinum næstu seks hóskvøldini og hyggja eftir allari røðini á her síðuni frá á midnátt.
KVF hevur stuðlað TROM
Kringvarp Føroya hevur eisini havt ein virknan leiklut í framleiðsluni av TROM, tí Kringvarpið hevur stuðlað røðini fíggjarliga og hevur eisini latið útgerð, starvsfólk og høli til framleiðsluna.
“Hetta síggja vit sum ein týdningarmiklan part av at stuðla føroyska filmsumhvørvinum," staðfestir Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum.
"Samstundis er tað eisini umráðandi, at Kringvarpið, sum tann føroyski public service-miðilin, sleppur at vísa føroyingum røðina”, leggur hon afturat.
Um TROM
Hannis Martinsson er garvaður, gravandi journalistur, sum ferðast aftur til Føroya, haðani hann er ættaður, tí ein kvinna, ið sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda.
Skjótt fær Hannis Martinsson frænir av, at álvarsom brotsverk verða framd, tí Sonja á Heyggi, sum er atgerðarfólk (aktivistur) og djóraverndarfólk, brádliga er horvin undir sera illgrunasomum umstøðum.
Hannis Martinsson verður skjótt vavdur upp í kanningararbeiðið, og slóðin leiðir hann til ein víðgongdan djóraverndarfelagsskap og ikki minst til stóra føroyska vinnulívsmannin, Ragnar í Rong.
Kanningararbeiðið hjá Hannisi ger, at hann kemur í tvídrátt við løgregluna, og tað førir til samanbrestir við kanningarleiðaran Karlu Mohr, tí avdúkingarnar hjá Hannisi standa ofta í andsøgn við tað, ið løgreglan heldur um málið.
Hugskot og handrit: Torfinnur Jákupsson
Leikstjórn: Kasper Barfoed & Dávid Óskar Ólafsson
Tónleik: Ólavur Jákupsson
Leikarar: Ulrich Thomsen, Maria Rich, Olaf Johannessen, Mariann Hansen, Helena Heðinsdóttir, Sissal Drews Hjaltalin, Gunnvá Zachariassen, Fríða av Fløtum og fleiri.