- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógaruppskot verða ikki løgd á almenna ummælisportalin

Ikki øll lógaruppskot hjá landsstýrinum vera løgd á almenna ummælisportalin til hoyringar.
Lógartænastan hjá Løgmansskrivstovuni heitir á stjórnarráðini um at minnast til, at øll uppskot hjá stjórnarráðunum skulu leggjast á ummælisportalin, og stjórnarráðini skulu eisini senda uppskot beinleiðis til ummælis hjá øllum viðkomandi pørtum.
Sum høvuðsregla eiga uppskot at verða send til ummælis í fýra vikur.
Bara ein triðingur lagdur til ummælis
Lógartænastan sigur í ársfrágreiðingini fyri tingárið 2020, at bara ein triðingur av uppskotunum hava havt tilmæltu ummælistíðina, sum er fýra vikur.
Lógartænastan eftirkannaði 234 uppskot í løgtingsárinum 2020.
Eisini í tingárinum 2020 var neyðugt við fleiri koronulógum og kunngerðum. 14 løgtingslógir, 14 kunngerðir og 13 bekendtgørelser komu.
Lógartænastan eftirkannar øll uppskot frá landsfyrisitingini, uppskot um løgtingslógir, ríkislógartilmæli, samtyktir, kunngerðir, rundskriv, leiðbeiningar, bekendtgørelser, lovbekendtgørelser og anordningsbekendtgørelser.