Ungdómstingið: Fimm uppskot fullu

Ungdómstingið: Fimm uppskot fullu
20 ófráboðaðir fyrispurningar vóru til løgmann og landsstýrismenninar
Frá ungdómstinginum, sum var mánadagin og í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2022 - 08:44

Fimm av teimum 13 uppskotunum hjá ungdómstinginum 2022 fullu.

Hini blivu samtykt.

Lógaruppskotini um at lækka aldursmarkið niður í 16 ár, tá talan er um rúsdrekka, sum er í mesta lagi 16,5 prosent, og lógaruppskotið um at stytta skúlavikuna hjá sjeynda, áttanda og níggjunda flokki fólkaskúlans niður í 32 tímar, fullu. 

Havnarlagið á Sandi

Uppskotini til samtyktar um at byggja havnina á Sandi út, so Smyril kann leggja at har, eftir at Sandoyartunnilin er liðugur, um, at fólk undir 18 ár ikki kunnu fáa hendur á tubbaki og snúsi, og uppskotið um at gera eina pantingarskipan fyri burturkast úr plasti, fullu eisini.

Og 20 ófráboðaðir fyrispurningar vóru til løgmann og landsstýrismenninar.

Ungdómstingið 2022 var mánadagin og í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035