Smáar kvotur í avtaluni millum Føroyar og Bretland

Smáar kvotur í avtaluni millum Føroyar og Bretland
Føroyar hava m.a. fingið 750 tons av kalva og 186 tons av toski
Á myndini síggjast frá vinstru Will Francis, bretskur samráðingarleiðari, og Herluf Sigvaldsson, føroyskur samráðingarleiðari.
Mynd: Fiskimálaráðið  
 
09.02.2022 - 08:37

Kvoturnar eru smáar í fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Bretland, sum var gjørd í gjár.

Føroyar hava fingið 750 tons av kalva og 186 tons av toski.

Harafturat hava Føroyar fingið 1000 tons av rossamakreli og 400 tons av hýsu, tó við møguleika at samráðast um 1600 tons aftrat.

Og Føroyar hava fingið 300 tons av longu, 500 tons av blálongu og 30 tons av brosmu.

Bretar hava fingið 1000 tons av toski og hýsu, 1250 tons av upsa, 10 tons av kongafiski, 225 tons av longu og blálongu, 75 tons av flatfiski og 500 tons av øðrum fiskasløgum í føroyskum sjógvi.

Tað var Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari sum skrivaði undir avtaluna við bretar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Undansending: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035