Nýggi landsstýrismaðurin vil heldur ikki geva innlit

Nýggi landsstýrismaðurin vil heldur ikki geva innlit
Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur svarað Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Árni Skaale, landsstýrismaður, sigur, at umsitingin skal kunna arbeiða órógvað í sambandi við slíka viðgerð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2022 - 10:22

Heldur ikki í hesum umfarinum fekk Høgni Hoydal innlit í tilmælini hjá umsitingini í Fiskimálaráðnum um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur svarað Høgna Hoydal, løgtingsmanni.

Høgni Hoydal spurdi eisini um tað sama, tá Jacob Vestergaard var landsstýrismaður.

Fráfarni landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur bæði skrivliga og munnliga svarað, at hann í nógvum førum vrakaði tilmælini frá síni umsiting um játtanir til ískoytiskvotur, vinnuligar royndir og verkætlanir, eisini til ítøkiligt skipakeyp.

 

Innanhýsis arbeiðsskjøl

Men innlit fekst ikki í hesi tilmæli, tí talan er um innanhýsis arbeiðsskjøl.

Umsitingin skal kunna arbeiða órógvað í sambandi við slíka viðgerð.

Hetta er í samsvari við fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit, er svarið, sum Høgni Hoydal hevur fingið úr Fiskimálaráðnum.

Løgtingið hevur eisini samtykt at seta kanningarstjóra at kanna ítøkiligar útlutingar av fiskirættindum frá 2018 til og við 2021. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Undansending: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035