Ferðavinnan finst at uppskoti um meirvirðisgjald

Ferðavinnan finst at uppskoti um meirvirðisgjald
Ferðavinnufelagið tilskilar sær rætt til at koma við fleiri viðmerkingum eftir hoyringarfreistina
Uppskotið tykist ófullfíggjað og ikki búgvið at vera sent til hoyringar, sigur Ferðavinnufelagið um ætlaðar broytingar í mvg-lógini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2022 - 11:07

Uppskotið tykist ófullfíggjað og ikki búgvið at vera sent til hoyringar. 

Tað er harði dómurin hjá Ferðavinnufelagnum um ætlaðu broytingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum í lógini um meirvirðisgjald. 

Ferðavinnufelagið fýlist eisini á sera stuttu hoyringarfreistina, sum bara var seks dagar. 

Felagið tilskilar sær tí rætt til at koma við fleiri viðmerkingum eftir hoyringarfreistina, um felagið fær upplýsingar, sum kunnu broyta hoyringarsvarið hjá felagnum.

Yvirskipað vil Ferðavinnufelagið vísa á, at uppskotið bjóðar til stórar broytingar í meirvirðisgjaldinum hjá ferðavinnuni. 

 

Ótilætlaðar broytingar

Felagið væntar, at í flestu førum eru avleiðingarnar av broytingunum ótilætlaðar, tí nógv viðurskifti standa ólýst, og álvarsamar broytingar eru als ikki lýstar í viðmerkingunum. 

Verandi reglur um fólkaflutning eru torskildar, og nógv ivamál hava verið um tulkingina.

Tað er tí væl skilligt, at Fíggjarmálaráðið vil hava nágreiningar. 

Ferðavinnufelagið sigur tó, at ætlaða broytingin ger ikki støðuna minni fløkjaliga. 

Framvegis er ikki greitt, hvat ásetingin umfatar, sigur Ferðavinnufelagið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109