- Tíðindi, mentan og ítróttur
Niðurstøðan kemur í mars

Niðurstøðan kemur í mars um, hvar nýggja kirkjan á Argjum verður staðsett. Tað sigur Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi og býarskipanar nevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Hetta sigur hann aftaná ein kunnandi fund millum Tórshavnar kommunu, kirkjuráðið á Argjum og bólkin Varðveiti fríøkið við Sandá.
Tað er ikki virðiligt fyri partarnar, at lata málið hanga nógv longri og tí ætli eg mær at gera mítt fyri at ein semja verður rokkin, men óansæð hvat verður ein niðurstøða tikin í mars, sigur Tróndur sigurdsson.
Urd Johannesen hevur saman við øðrum tikið stig til bókin Varðveitið fríøkið við Sandá. Hon segði við Kringvarpið í vikuni, at støðan hjá bólkinum um staðsetingina er ikki broytt. Hon vónar at fundurin við Tórshavnar kommunu í gjár, kann vera við til at lýsa málið betri.
Sóleyð Gleðisheyg, forkvinna fyri kirkjuráðið á Argjum sigur í einari stuttari viðmerking til Kringvarpið, at kirkjuráðið ikki hevur heimild at broyta staðsetingina av kirkjuni og at kirkjiráðið nú bíðar eftir niðurstøðuni frá Tórshavnar kommunu