Kvotur til vinnuligar royndir kunnu leggjast um til egnar kvotur

Kvotur til vinnuligar royndir kunnu leggjast um til egnar kvotur
Uppskotið um tillagingar í sjófengislógini er til hoyringar í løtuni
Í uppskotinum verður nágreinað, hvat telur við, tá ið lagt verður um til egnar árskvotur.
 
04.02.2022 - 09:11

Uppskot um greiðari og neyvari reglur er gjørt um kvotur av uppsjóvarfiski, sum eru latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir. 

Endamálið er at broyta sjófeingislógina soleiðis, at lógarkarmarnir fyri at umleggja kvotur, sum eru latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir, til egnar árskvotur, verða greiðari og neyvari.

Nágreinað verður, hvat telur við, tá ið lagt verður um til egnar árskvotur.

Og tað skal gerast møguligt at flyta ískoytiskvotu, latin ávísum fiskifari, á annað fiskifar, sum sami eigari útvegar sær.

Uppskotið um tillagingarnar í sjófengislógini er til hoyringar í løtuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123