Strandferðslan skal fáa fimm milliónir í eykajáttan

Strandferðslan skal fáa fimm milliónir í eykajáttan
Endamálið við uppskotinum er at sleppa undan at hækka farmagjøldini við Smyrli, sigur Bjarni Hammer
Tað liggur í kortunum, at farmagjøldini hjá Strandferðsluni skulu hækka.
 
03.02.2022 - 11:46

Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum hevur skotið upp at játta Strandferðsluni fimm milliónir kr. aftrat, so tað slepst undan at hækka farmagjøldini við Smyrli.

Sambært samferðslupakkanum, sum landsstýrið hevur lagt fram, skulu farmagjøldini hækka.

Bjarni Hammer sigur í viðmerkingunum til uppskotið um eykajáttan, at hetta kann ikki góðtakast.

Samstundis sum tunnilsgjøld lækka, ella verða tikin av, verður farmagjøldini á Suðuroyarleiðini hækkað, sigur hann.

Bjarni  Hammer sigur, at Suðuroyggin er skjótt einasta av stóru økjunum í Føroyum, ið ikki er bundið saman við meginøkið.

Tí er óskiljandi, at meirilutin í tinginum leggur enn fleiri fótonglar fyri vinnulív og fólk í Suðuroynni, og forðar fyri umráðandi menningini av hesum útjaðaranum, sigur Bjarni Hammer í viðmerkingunum til uppskotið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109