- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formaðurin: Landsstýrismaðurin má loysa trupulleikan

- Málið er handfarið á sera óhepnan hátt, og nú má landsstýrismaðurin loysa trupulleikan.
Tað sigur Erhard Joensen, formaður í Fíggjarnevndini, í sambandi við at Fíggjarnevndin hartar Strandferðsluna fyri bíleggingarskipanina, har farið var í gongd uttan útboð og uttan at gera skrivliga avtalu við valda veitaran.
Bíleggingarskipanin er ikki liðug, og tað er ógreitt, hvussu nógv hon fer at kosta, sigur Fíggjarnevndin.
Higartil hava Strandfaraskip landsins bókað 4,5 mió. kr., og óbókaðar rokningar eru 1,8 mió. kr., tí ósemja er við veitaran.
Strandfaraskip meta, at bíleggingarskipanin fer at kosta okkurt um 8 mió. kr.
Eisini er ógreitt, nær, ella um, skipanin verður sett endaliga í verk, og um Strandfaraskip landsins verða noydd at fáa hjálp frá øðrum veitara til at gera skipanina lidna.
Hoyr Erhard Joensen her:
Fíggjarnevndarformaðurin heldur, at handfaringin av málinum hevur verið sera óheppin: