Ungdómsting í næstu viku

Ungdómsting í næstu viku
32 næmingar úr átta skúlum manna tingið
Frá ungdómstinginum í 2020. Ungdómstingið hesaferð fer m.a. at viðgera uppskot um farsóttarlóg, samferðslu, rúsdrekka.
 
31.01.2022 - 11:01

Um eina viku verður ungdómstingið 2022.

Tað verður mánadagin og týsdagin í næsta viku.

Løgtingsformaðurin beyð í juni í fjør næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera í ungdómstinginum.

Tá freistin var úti, høvdu 19 skúlaflokkar sent uppskot inn. 

Uppskotini eru um millum annað farsóttarlóg, samferðslu, rúsdrekka og skúlaviðurskifti.

32 næmingar manna tingið

32 næmingar í Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Kollafjarðar skúla, Runavíkar kommunuskúla, skúlanum á Fløtum, skúlanum á Giljanesi, Tvøroyrar skúla og Vágs skúla vera í ungdómstinginum.

Seinnapartin týsdagin eru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni, har sum ungdómstinglimirnir sleppa at seta løgmanni og landsstýrismonnum spurningar.

Hetta er áttanda ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123