- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til at endurskoða samsýningina fyri ansing

Arbeiðsbólkurin, sum hevur eftirmett lógina um heimatænastu og eldrarøkt, mælir til, at skipanin við ansingarsamsýning verður endurskoðað. Og landsstýrismaðurin fer í næstum at umrøða ansingarsamsýningina saman við kommununum, bæði hvat viðvíkur upphæddunum og treytunum fyri at gerast ansari.
Tað upplýsir Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum hevur spurt, um ætlanin er at hækka viðbóta fyri at ansa eldri og óhjálpnum fólki.
Eftirmetingin var liðug fyri jól.
Samsýningin eigur at verða hækkað
Kommunurnar eru ikki álagdar at játta ansingarsamsýning til fólk, sum átaka sær at ansa fólkapensjónisti, men hetta er ein veiting, sum kommunurnar kunnu veita.
Øll samstarvsøki veita ansingarsamsýning, men tað eru ikki nógvar umsóknir, og víst verður á, at tørvur er á at hækka samsýningina.
Sólvit Nolsø sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv ansingarsamsýningin fer at hækka, og nær. Hetta verður gjørt í samráð við kommunurnar, sigur hann.