- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona: Eingin almennur tingfundur

Tingfundirnir í hesari vikuni eru ikki almennir.
Orsøkin er korona.
Hetta merkir, at bara tingfólk, landsstýrismenn og teirra embætisfólk umframt fjølmiðlarnir sleppa inn í løgtingið.
Tingfundur verður í morgin og mikudagin.
Fyri at verja arbeiðsgongdina og minka váðan fyri, at løgtingið verður lagt lamið, mælir løgtingsformaðurin staðiliga til, at øll, sum koma í løgtingið í arbeiðsørindum hesar dagarnar, hava latið seg kannað fyri koronu og hava fingið negativt svar, innan komið verður í tingið.
Góðtaka skundkanning
Tað er í lagi at hava tikið eina negativa skundkanning, uttan so, at ein kennir seg sjúkan.
Tey, sum hava sjúkueyðkenni, eiga at lata seg PCR-kanna og fáa negativt svar, áðrenn komið verður í tingið.
Korona hevur eisini rakt løgtingsumsitingina. Tí er virksemið har nakað darvað, sigur løgtingsformaðurin.