Fólkaskúlalógin skal eisini umfata KT-trygd

Fólkaskúlalógin skal eisini umfata KT-trygd
Mentamálaráðið væntar, at eykakostnaðurin fyri allar kommunur undir einum veðrur hálvonnur millión kr.
Orsøkin til uppskotið er tann, at krøvini til KT-trygd og at verja persónsupplýsingar eru seinastu árini vorðin alsamt størri.
Mynd: Savnsmynd  
 
31.01.2022 - 08:37

Fólkaskúlalógin skal broytast, so hon eisini umfatar KT-trygd.

Uppskotið um lógarbroytingina er til hoyringar í løtuni.

Mentamálaráðið sigur, at orsøkin til uppskotið er tann, at krøvini til KT-trygd og at verja persónsupplýsingar eru seinastu árini vorðin alsamt størri.

Tí skulu verandi reglur um rakstararútreiðslur hjá skúlunum gerast greiðari, so tað ikki verður ein tulkingarspurningur, um KT-skipanir, KT-útgerð, netsamband og dátutrygd eru partur av rakstrarútreiðlunum í fólkaskúlunum.

Eisini er endamálið at útvega lógarheimild fyri, at allar kommunur virka fyri, at fólkaskúlarnir verða partur av KT-heildarætlanini og kunnu fullnýta møguleikarnar bæði við atliti at Skúlaneti og lestrarfyriskipanini, sum koma fyri alt skúlaverkið.

Fyri allar kommunurnar undir einum verður mett, at eyka kostnaðurin til KT-økið verður hálvonnur millión, sigur Mentamálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123