KvF-gjaldið prístalsjavnað og smá virki rinda minni

KvF-gjaldið prístalsjavnað og smá virki rinda minni
Uppskot um broytingar í kringvarpslógini er farið til hoyringar
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sent uppskot um broytingar í kringvarpslógini til hoyringar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.01.2022 - 08:27

Sambært broytingaruppskotinum til kringvarpslógina, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur sent út til hoyringar, skulu smærri vinnuvirki nú rinda minni í kringvarpsgjaldi.

Í løtuni er kringvarpsgjaldið hjá vinnufyritøkum ásett eftir, hvussu nógvar lønarútreiðslur fyritøkan hevur um árið. Tað verður tað framvegis, og hjá fyritøkum, sum hava meir enn tríggjar milliónir krónur um árið í lønarútgjaldi, verður kringvarpsgjaldið óbroytt.

Men lægri endin av stiganum verður broyttur, so fyritøkur, ið rinda minni enn tríggjar milliónir í lønum um árið, rinda nakað minni í kringvarpsgjaldi. 

Markið er hálvt millión

Og um samlaða lønarútgjaldið er undir 500.000 krónur, verður einki kringvarpsgjald rindað.

Í galdandi lóg skal kringvarpsgjald rindast, um samlaða lønarútgjaldið er meir enn 100.000 krónur um árið. Men hetta talið skal sambært uppskotinum broytast til 500.000 krónur.

Í uppskotinum verður eisini ásett, at kringvarpsgjaldið verður prístalsjavnað. Sagt verður í uppskotinum, at hetta er neyðugt, so stovnurin fær eitt tryggari inntøkugrundarlag. Skotið verður upp at prístalsjavna kringvarpsgjaldið við tveimum prosentum um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123