Frískúlar skulu sleppa at virka undir somu fortreytum sum fólkaskúlin

Frískúlar skulu sleppa at virka undir somu fortreytum sum fólkaskúlin
Ætlanin er at broyta løgtingslóg um ávikavist frískúlar og eftirskúlar
Mynd: Shutterstock.com  
 
28.01.2022 - 07:48

Tvey uppskot um broyting í løgtingslóg um ávikavist frískúlar og eftirskúlar eru nú send til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum um frískúlar er, at hesir í størri mun koma at virka undir somu fortreytum sum almenni fólkaskúlin, og at børn í frískúlum fáa stuðul til at ferðast í og úr skúla. 

Endamálið við uppskotinum um eftirskúlar er at broyta krøvini, ið ein eftirskúli skal lúka, áðrenn hann kann verða góðkendur av myndugleikunum.

 

Næmingagrundarlagið skal vera nøktandi

Royndirnar vísa, at tað er ógvuliga trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at hava eitt so høgt næmingatal, sum løgtingslógin ásetur longu 1. september árið frammanundan.

Verður uppskotið samtykt, verður tað upp til myndugleikan at meta um, hvørt næmingagrundarlagið er nøktandi, áðrenn myndugleikin endaliga góðkennir skúlan.

Hoyringsfreistin til bæði uppskotini er 8. februar.

 

KT-heildarætlan

Eisini er uppskot um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan sent til hoyringar.

Endamálið við uppskotinum um fólkaskúlan er at útvega lógarheimild fyri, at allar kommunur virka fyri, at fólkaskúlarnir verða partur av KT-heildarætlanini og kunnu fullnýta møguleikarnar bæði við atliti at Skúlaneti og lestrarfyriskipanini, sum verða sett í verk fyri samlaða skúlaverkið.

Eisini her er hoyringsfreistin sett til 8. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123