- Tíðindi, mentan og ítróttur
Felagsskapir skulu manna kringvarpsstýrið

At politisku flokkarnir velja fýra av sjey umboðum í Kringvarpsstýrinum ger, at spurnartekn kunnu setast við, hvussu óheftur stovnurin er av politisku skipanini.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur nú sent broytingaruppskot til løgtingslógina um kringvarp út til hoyringar - eitt uppskot, sum millum annað sigur, at politisku flokkarnir ikki longur skulu velja umboð í kringvarpsstýrið.
Sjey fólk sita í Kringvarpsstýrinum, sum í dag verður sett saman av fýra umboðum, sum politisku flokkarnir velja, einum limi fyri starvsfólkini í føstum starvi í Kringvarpinum, og tveimum limum, sum landsstýrismaðurin velur.
Fýra felagsskapir
Við broytingaruppskotinum verða teir fýra politiskt valdu limirnir skiftir út við umboð fyri fýra ymiskar felagsskapir, soleiðis at landsstýrismaðurin tilnevnir fimm limir og fimm varalimir eftir tilmæli frá Landsfelag Pensjónista, Kristiligum lurtara- og hyggjarafelag, Føroya Ungdómsráði, Ítróttasambandi Føroya og Fróðskaparsetri Føroya.
Landsstýrismaðurin tilnevnir sjálvur ein lim, og starvsfólk í Kringvarpinum tilnevna ein lim, so samlaða talið framvegis verður sjey limir.
Skal ikki bera til at kæra
Harumframt er ætlanin, at tað ikki longur skal bera til at kæra fyrisitingarligar avgerðir hjá Kringvarpinum til politiska myndugleikan.
Eisini hetta skal broytast fyri at tryggja størri óheftni mótvegis politisku skipanini. Eitt nú eiga setanar- og starvsfólkamál hjá Kringvarpi Føroya ikki at kunna kærast til landsstýrismannin, verður sagt í uppskotinum.
Eftir ætlan skal nýggja lógin koma í gildi 1. juli í ár, og ásett er eisini, at virkandi kringvarpsstýri tá fer frá.
Hoyringsfreistin er 7. februar.