- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samferðslupakkin verður helst broyttur munandi

Samferðslupakkin hjá samgonguni kemur til 1. viðgerð í løgtinginum í dag.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjar- og samferðslumálum, hevur skotið upp at hækka avgjaldið á bensini, dieselolju og tungolju. Hann hevur eisini skotið upp at hækka vegskattin og farmagjøldini hjá Strandferðsluni.
Hetta skal vera við til at fíggja bíligari tunnilsgjøld í Eysturoyartunnlinum, avtøkuna av tunnilsgjøldunum í Norðoya- og Vágatunlunum umframt keypið og raksturin av einari avloysaraferju á suðuroyarleiðini.
Men hóast landstýrismaðurin hevur havt ein politiskan fylgibólk, sum hevur samstarvað um at gera uppskotið, bendir nógv á, at samferðslupakkin verður broyttur munandi, um hann í heila tikið verður samtyktur.
Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum er ein av teimum, sum ikki er fegin um uppskotið:
Johan Dahl úr Sambandsflokkinum hevur somu støðu:
Og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, sum eisini er formaður í fíggjarnevndini, hagar uppskotini í samferðslupakkanum fara eftir 1. viðgerð í dag, tykist vera lítið sannførdur um samferðslupakkan:
Brotini við Heðini Zachariasen, Johan Dahl og Erhardi Joensen vóru tikin úr Degi og Viku týskvøldið.
Tingfundurin í dag byrjar kl. 13.