Landsstýrismaðurin: Broytingar verða gjørdar í samferðslupakkanum

Landsstýrismaðurin: Broytingar verða gjørdar í samferðslupakkanum
Løgtingið viðger uppskotini í samferðslupakkanum seinnapartin
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at løgtingið má gera broytingar í samferðslupakkanum fyrst.
 
27.01.2022 - 13:15

Broytingar verða gjørdar í samferðslupakkanum, nú hann fer til fyrstu viðgerð í tinginum í dag.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum eigur uppskotið.

Hann veit tó ikki enn, hvørjar broytingar verða gjørdar.

 

1505234

 

Týsdagin segði Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini - sum eftir viðgerðina í dag fær uppskotið á sítt borð - at hann møguliga fer at biðja landsstýrismannin gera broytingar, so fíggjarnevndararbeiðið ikki verður til fánýtis.

 

Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini.

 

Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kastar bóltin aftur til Erhard Joensen og restina av løgtinginum, tí nú skulu tey sleppa at viðgera tað fyrst, sigur Jørgen Niclasen.

 

1505236

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjar- og samferðslumálum, hevur skotið upp at hækka avgjaldið á bensini, dieselolju og tungolju. Hann hevur eisini skotið upp at hækka vegskattin og farmagjøldini hjá Strandferðsluni.

Hetta skal vera við til at fíggja bíligari tunnilsgjøld í Eysturoyartunnlinum, avtøkuna av  tunnilsgjøldunum í Norðoya- og Vágatunlunum umframt keypið og raksturin av einari avloysaraferju á suðuroyarleiðini.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123