- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra landsstýrismenn á fund um landsroknskapin

Fýra landsstýrismenn hava fingið fundarboð frá Fíggjarnevndini fyrrapartin.
Fíggjarnevndin skal viðgera uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2020.
Løgtingsgrannskoðarnir eiga uppskotið.
Mælt verður til at góðkenna landsroknskapin við teimum nógvu viðmerkingum, átalum og áheitanum um at fáa viðurskifti í rættlag, sum Landsgrannskoðanin, privatir grannskoðarar og løgtingsgrannskoðararnir vísa á.
Ikki fullfíggjaður
Løgtingsgrannskoðararnir leggja serligan dent á, at landsroknskapurin er ikki fullfíggjaður, millum annað tí, at nakrir stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlógini, landsroknskapinum ella í fíggjarstøðuni, og at tølini í nógvum roknskapum samsvara ikki við landsroknskapin.
Landsstýrismenninir í fíggjarmálum, heilsumálum, umhvørvis- og vinnumálum og uttanríkis- og mentamálum hava fingið fundarboð frá Fíggjarnevndini.
Landsverk og Strandfaraskip landsins hava eisini fingið fundarboð frá Fíggjarnevndini í dag.
Fíggjarnevndin hevur havt uppskotið um landsroknskapin síðani 30.november.
Nevndin hevur biðið um og fingið freist til 31.januar at koma við áliti.