- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forskúli í Eysturskúlanum eftir summarfrítíðina

Ætlanin er at skipa forskúla í Eysturskúlanum í Havn at byrja eftir summarfrítíðina.
Trivnaðarnevndin og mentamálanevndin í kommununi hava einmælt tikið undir við uppskotinum um at skipa forskúla í Eysturskúlanum, og á býráðsfundi hóskvøldið verður málið lagt til endaliga støðutakan.
Um býráðið tekur undir við ætlanini, verður umsóknin um forskúla í Eysturskúlanum latin Uttanríkis- og mentamálaráðnum til endaliga góðkenning.
Fýra forskúlar í kommununi
Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið við at at stovna forskúla í Eysturskúlanum er at bjóða eitt fullfíggjað og samanhangandi innskúlingartilboð frá tí ári, børnini eru 6 ára gomul, til tey eru liðug í 1. flokki.
Fýra forskúlar eru í Tórshavnar kommunu. Teir eru í Sankta Frans skúla, í Skúlanum á Argjahamri, í Skúlanum á Fløtum og í Lítlaskúla, sum er ein frískúli.
Haraftrat eru forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy og í Kaldbak. Tey eru skipað í samstarvi millum dagstovn og skúla.