
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fer at viðgera spurningin um staðseting av Veðurstovuni

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer í næstum at gera niðurstøðu um skipan og menning av nýggju Veðurstovuni, og tá verður spurningurin um staðseting eisini viðgjørdur.
Árni Skaale hevur svarað fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.
Hann spurdi, nær Veðurstovan verður staðsett á flogvøllinum, og um ætlanin er at hava tríggjar eindir, sum verða á flogvøllinum í Vágum, í Havn og í Klaksvík.
Í løtuni er veðurtænastan skipað undir Vørn.
Deildarleiðari byrjaði á nýggjárinum
Í fjør byrjaðu tveir veðurfrøðingar á Veðurstovuni, og 1. januar byrjaði ein deildarleiðari. Ætlanin er, at veðurmenningarbólkurin, sum læt landsstýrismanninum tilmæli og frágreiðing um dagførda veðurtænastu í 2019, skal vera tøkur til ráðgeving eina tíð aftrat.
Árni Skaale er landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Árni Skaale sigur, at tá ein tíð er liðin, fer hann at taka upp samband við Vørn, deildarleiðaran á Veðurstovuni og veðurmenningarbólkin.
Síðani fer hann at gera niðurstøðu málinum um skipan og menning av tænastuni, eisini skynsamari staðseting av verðurtænastuni, verður sagt í svarinum til Jóhannis Joensen.