Uttanlandsnevndin viðger radaran í dag

Uttanlandsnevndin viðger radaran í dag
Nevndin fer eisini at skipa seg í dag, tí Annika Olsen og Brandur Sandoy, sum vóru í nevndini, eru ikki longur í løgtinginum
Málið um radaran kemur til viðgerðar í Uttanlandsnevndini seinnapartin.
 
20.01.2022 - 08:24

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fer seinnapartin í dag aftur at viðgera lofteftirlitsradaran.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, ráðførdi seg við nevndina 9.desember í fjør um radaran, men nevndin hevur ikki svarað honum enn. 

Uttanlandsnevndin fer eisini at skipa seg í dag, tí Annika Olsen og Brandur Sandoy, sum vóru í nevndini fyri Fólkaflokkin, eru ikki longur í løgtinginum.

Tí skal Fólkaflokkurin koma við tveimum øðrum nevndarlimum. 

Uttanlandsnevndin fer haraftrat í dag at viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi um at yvirtaka millum annað landslæknan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123