Fyrsti fundur í samstarvsráðnum verður í summar

Fyrsti fundur í samstarvsráðnum verður í summar
Føroyar hava í løtuni formansskapin í ráðnum.
Løgmaður hitti forsætisráðharran í Keypmannahavn í dag.
 
17.01.2022 - 15:13

Arbeiðið í nýggja samstarvsráðnum og spurningurin um nýtt fongsul í Føroyum vóru á skránni, tá Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevði fund við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, í Keypmannahavn í dag. 

Á fundinum umrøddu tey ymisk týðandi mál millum Føroyar og Danmark. Eitt nú, hvussu arbeiðið í nýggja  uttanríkis,- trygdar,- og verjupolitiska samstarvsráðnum, skal skipast í framtíðini, skrivar Løgmansskrivstovan.

Fundur í summar

Føroyar hava í løtuni formansskapin í ráðnum, og fyrsti fundur verður í Føroyum í juni. Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu eisini spentu støðuna í Ukraina.

Løgmaður nýtti eisini høvi at gera vart, at tað er óheppið, at danskir myndugleikar ikki hava málið um betri fongsulsviðurskifti í Føroyum við, nú nýggj langtíðaravtala er gjørd um karmarnar hjá Kriminalforsorgini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123