- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðareiði: Sjey milliónir í halli í ár
Viðareiði: Sjey milliónir í halli í ár
Hallið verður fíggjað við tøkum peningi.
11.01.2022 - 10:48
Í Viðareiðis kommunu verður hallið góðar 6,8 milliónir krónur í fíggjarætlanini fyri í ár, 2022.
Hallið verður fíggjað við tøkum peningi, skrivar kommunan á sínari heimasíðu.
Høvuðsorsøkin til hallið er stórar íløgur í keyp av lendi, nýgerð av dagstovni og umvæling av lendingini í Eiðsvík.
Skattaprosentið í Viðareiðis kommunu er 20,50 prosent.
Borgarstjórin, Marita Sumberg, vildi ikki gera samrøðu við útvarpið í dag.
Rætting: Í útvarpstíðindunum á middegi í dag var sagt, at talan var um fíggjarárið 2021. Tað er ikki rætt. Talan er um fíggjarætlanina fyri í ár, 2022. Vinaliga haldið okkum til góðar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV