- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi stjórin skal savna leiklistina
Tjóðpallur Føroya fær 1. apríl nýggjan stjóra.
Tá tekur Harald Thompsen Rosenstrøm við og tað er ein spennandi maður, sum tekur við stýrisvølinum á Tjóðpallinum, sigur Rønn Eliasen, forkvinna í Leiklistaráðnum.
Harald Thomson Rosenstrøm er 38 ára gamal og er ættaður úr Oslo
Hann er útbúgvin sjónleikari, og hevur somuleiðis lisið búskap og leiðslu. Harald Thomson Rosenstrøm hevur seinnu árini millum annað verið leiðari í leikhúsinum Vabalava í Estlandi, og áðrenn hetta rektari á leiklistarligum fólkaháskúla í Noregi.
Hann hevur eisini starvast sum sjónleikari og leikstjóri í Noregi, Russlandi, Fraklandi, Estlandi og Kosovu.
Harald Thompson Rosenstrøm byrjar í starvinum 1. apríl og avloysir Jenny Petersen, sum hevur verið stjóri seinastu 20 árini.