Tryggingarfeløgini hava fingið 450 fráboðanir um skaða

Tryggingarfeløgini hava fingið 450 fráboðanir um skaða
Flestu skaðarnir vóru í høvuðsstaðarøkinum, men eisini í Fuglafirði og Klaksvík vóru skaðar
Tað hevur verið illveður seinastu dagarnar, og tryggingarfeløgini hava fingið umleið 450 fráboðanir um skaða.
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.01.2022 - 15:13

Tryggingarfeløgini hava fingið fráboðanir um 450 skaðar eftir illveðrið, sum var herfyri.

Betri Trygging upplýsir, at tey hava fingið einar 300 fráboðanir um skaða.

Teir flestu eru í høvuðstaðarøkinum, men nógvir skaðar eru eisini í Fuglafirði og í Klaksvík. Annars eru fráboðanir um skaðar um alt landið, upplýsir Annika á Heygum, skaðastjóri í Betri Trygging.

Talan er ikki um stórar skaðar, men um smáar ella smærri skaðar á sethús og bilar.

Boða frá skaða enn

Annika á Heygum sigur, at tey neyvan hava fingið allar fráboðanirnar enn, tí tað vísir seg, at nú tað lýsnar og veðrið verður betri, so koma fólk fram á skaðar, sum tryggingin síðani fær fráboðan um.

Tað kunnu fólk gera í rúma tíð, og so verður málið kannað av tryggingini, sigur Annika á Heygum, skaðastjóri á Betri Trygging.

Hvat skaðarnir hesaferð fara at kosta, er vónleyst at siga enn, sigur skaðastjórin í Betri Trygging.

Trygd fingið 150 fráboðanir

Brian Smedemark, stjóri í Trygd, sigur, tey hava fingið fráboðan um einar 150 skaðar seinastu vikuna.

Eisini hjá Trygd er bert talan um smávegis skaðar á hús av vindi og á bilar í kavanum.

Hjá Trygd heita tey á fólk um at ansa eftir, tí í støðum er kavin tjúkkur, og nú blot kemur í, kann vera skjótt, at vatn floymir inn í kjallaraíbúðir.

Í Oyndarfirði var nógvur uppgangur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109