Fyrsti partur av H-bygninginum liðugur í mars

Fyrsti partur av H-bygninginum liðugur í mars
Seinast í mars verður farið undir fyrireikingar at taka ímóti sjúklingum í nýggja bygninginum
Nú líður so væl við H-bygninginum, at Landssjúkrahúsið yvirtekur fyrsta partin 22. mars.
 
06.01.2022 - 15:38

Landsverk er nú komið so væl ávegis við bygningsarbeiðnum í H-bygninginum, at Landssjúkrahúsið kann yvirtaka fyrsta partin av bygninginum 22. mars.

Tá er bygningurin liðugur innan og uttan, men enn vanta seinastu tólini, sum verða liðugt sett upp 31. mai,  skrivar Landsverk á heimasíðuni.

Seinast í mars fara ymsu deildirnar á Landssjúkrahúsinum undir fyrireikingarnar at gera bygningin kláran at taka ímóti sjúklingum. 

Samvirkin partur

H-bygningurin er bygdur aftrat hinum sjúkrahúsbygninginum, og er ein samvirkin partur av øllum Landsjúkrahúsinum. Ein sera stórur og týdningarmikil partur av arbeiðnum er tískil sambindingin millum H-bygningin og verandi B0-bygningin, sum í dag er høvuðsinngongd til Landssjúkrahúsið.

Arbeiðið at byggja bygnarnar saman er byrjað, og væntandi verður samanbyggingin liðug 28. juni. Tað einasta, sum tá restar í, er at gera kjallaran í H-bygninginum, men tað arbeiðið er ikki byrjað enn. Arbeiðið tekur umleið hálvt ár, og kann byrja, tá neyðuga játtanin fyriliggur.   

 

659 mió. kr.

Talan er um mest hátekniska almenna bygning, sum er bygdur í Føroyum higartil.

H-bygningurin er 15.500 fermetrar til støddar, og samlaði kostnaðurin er, tá ið øll játtanin til H-bygningin er tikin við, 659 milliónir krónur.

Tað gevur ein fermetraprís uppá umleið 42.500 krónur, sum er ájavnt við kostnaðin fyri aðrar stórar almennar bygningar í Føroyum, sigur Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109