- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taliban avtekur valnevnd

Valnevndin í Afganistan er tikin av. Tað skriva tíðindastovurnar, Ritzau og AFP.
Eitt umboðsfólk fyri Taliban sigur, at tað er ikki longur tørvur á nakrari valnevnd.
Halim Fidai, ið var politikari í fyrrverandi stjórnini, sigur, at avtøkan av valnevndini hevur eittans endamál.
- Hetta er ímóti øllum fólkaræðisligum skipanum. Teir koma til valdið við kúlum, ikki við atkvøðum, sigur hann.
Ein av fyrrverandi leiðarunum í valnevndini sigur, at tað merkir, at tað ongantíð verður val í Afganistan. Tað sigur hann við AFP.
Valnevndin í Afganistan hevði sum uppgávum at standa fyri og ansa eftir, at alt gekk rætt fyri seg, tá ið val ella fólkaatkvøða skuldi vera í Afganistan.