- Tíðindi, mentan og ítróttur
Desmond Tutu deyður
Kendi suðurafrikanski erkabiskupurin, Desmond Tutu, er deyður, 90 ára gamal, skrivar BBC.
Biskupurin fekk friðarheiðursløn Nobels í 1984 fyri sítt arbeið fyri mannarættindum og ímóti suðurafrikanska apartheid-stýrinum, ið hevði við sær kúgan av svarta meirilutabólkinum í landinum frá 1948 til 1991, tá apartheidstýrið fall.
Suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, sigur í boðum í morgun, at Desmond Tutu var "ein stórur andligur leiðari, ein aktivistur ímóti apartheid og ein alheims talsmaður fyri mannarættindum."
Desmond Tutu gjørdist prestur í 1960. Í áttatiárunum varð hann biskupur í Johannesburg og síðan erkabiskupur í Cape Town. Hann nýtti sína støðu at tala at rasuskilnaðinum í Suðurafrika.