Niklas á Líðarenda: dømdi á Krossinum um midnáttarleitið

Niklas á Líðarenda: dømdi á Krossinum um midnáttarleitið
Niklas á Líðarenda fekk heiðursskjal Poul E. Petersen frá ÍSF fyri sína drúgvu og trúgvu tænastu í fótbólti - serliga sum dómari, og hann var ikki sørt rørdur av heiðrinum
03.02.2025 - 17:22

Tað var ein glaður og ikki sørt rørdur Niklas á Líðarenda, sum tók ímóti heiðursskjali Poul E. Petersen á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF. 

Ítróttasambandið lat honum heiðurin fyri drúgva og trúgva tænastu í føroyskum ítrótti - serliga sum fótbóltsdómari.

 - Tað fyrsta, eg hugsaði var, at tað er ófatuliga sjáldan, at ein dómari fær nakran heiður, segði fyrrverandi toppdómarin við Jógvan Skeel Nolsøe.

Niklas á Líðarenda byrjaði at døma í áttatiárunum og hevur verið ein av undangongumonnunum í føroyskari fótbóltsdøming. Seinni hevur hann vegleitt og hjálpt yngri dómarum, millum annað sum formaður í dómarafelagnum, og eitt skifti var hann næstformaður í Fótbóltssambandi Føroya.

SÍ ALLAN ÍTRÓTTAFAGNAÐIN HER

 

 

Dømdi um midnáttarleitið í Sumba

Tað var á jóansøku í 1999, at Niklas á Líðarenda skuldi døma stevnudystin millum Sumba og VB.

Hann skuldi við Smyrli av Havnini eftir arbeiðstíð, men tá hann kemur til Havnar, er einki skip. Klokkan gongur, og Niklas ringir bæði eina ferð og tvær ferðir til Sumba fyri at kæra sína neyð og kunna um óhepnu støðuna.

 - Klokkan gongur. Sjey, hálvgum átta, og oftari eg ringi suður, betri er lagið í Sumba, fortaldi Niklas á Líðarenda á Ítróttafagnaðinum. 

Sambært Faroesoccer.com byrjaði dysturin á Krossinum ikki fyrrenn um 22-tíðina.

 - Eitt fríggjakvøld á jóansøku í brennandi sólskini... og dysturin var liðugur klokkan hálvgum tólv. Framvegis í brennandi sólskini, segði Niklas á Líðarenda. 

 

Táttar í 70 - dømir framvegis

Niklas á Líðarenda segði frá, at hann gongur høgt upp í at vera væl fyri. Tað er sjón fyri søgn og kemur honum framvegis væl við. Hann dømir nevniliga enn í vaksnamannafótbólti.

 - Tað er so ófatuliga stuttligt at vera ímillum ung menniskju. Ein maður í familjuni hjá okkum í Gøtu segði, at hann skuldi standa á hondunum, tá hann bleiv 100. Tað trúgvi eg ikki, at eg klári, men 80 skal eg klára. Tað er einki við at gera. Tað er verðins besta hobby, segði Niklas á Líðarenda, sum er tólvta fólkið, sum hevur fingið heiðursskjal Poul E. Petersen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109