- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommuna bjóðar fólkapensjónistum reingerð
Reingerðartænastan 67+ eitur nýggja tænastan hjá Vágs kommunu, sum byrjar á nýggjárinum.
Øll, sum eru 67 ár ella eldri, og búgva í Vágs kommunu fáa í næsta viku ein brævbjálva við tilboðnum um reingerð.
Talan er um sokallaða viðlíkahaldsreingerð, dustsúgving og gólvvask og baðirúm verða eisini vaskað.
Høvuðsreingerð, uppogniðurvask, er ikki við í tænastuni
Reingerðartænastan kann veitast í stutt ella langt tíðarskeið og í fyrsta umfari alt 2022.
Kommunan rindar ein part
Kostnaðurin er býttur millum fólk, sum fáa tænastuna, og Vágs kommunu.
Tá kommunan hevur goldið sín part, er kostnaðurin fyri tveir tímar 265 kr.
Til ber at fáa gjørt reint triðju hvørja viku.
Reingerðarfyritøkur í Vági veita tænastuna.