- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reyði krossur Føroya latið hálva millión til Bangladesh
Reyði krossur Føroya latið hálva millión til Bangladesh
Hálva milliónin verður latin til eitt nú um átøk at styrkja koppseting móti koronu, og átøk at tryggja vernd og vælferð hjá neyðstøddum ungum kvinnum, skrivar Reyði Krossur
Mynd: Reyði krossur Føroya
22.12.2021 - 09:50
Reyði krossur Føroya hevur latið eina hálva millión krónur til hjálparátøk í flóttafólkaleguni, Cox Bazar, í Bangladesh.
Talan er eitt nú um átøk, millum annað koppseting, móti koronu, og átøk at tryggja vernd og vælferð hjá neyðstøddum ungum kvinnum.
Cox Bazar í Bangladesh er heimsins størsta flóttafólkalega.
Síðan august í 2017 eru næstan 900.000 fólk flýggjað úr Myanmar undan harðskapi og ágangi til Cox Bazar.
Meginparturin eru kvinnur og børn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV